Kári Reynheim heldur ikki fram

Kári Reynheim heldur ikki fram sum venjari hjá Effo-liðnum hjá NSÍ komandi ár. Tað skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

 

Starvsnevndin gjørdi undan kappingarárinum ein eitt árs sáttmála við Kára Reynheim, og avgerð er nú tikin um, at Kári ikki heldur fram sum venjari hjá besta liðnum næsta ár.

 

Starvsnevndin setti sær sum mál at verða verandi í deildini og saman við Kára eydnaðist hetta, og tað fegnast felagið um.

 

NSÍ takkar Kára fyri góðar upplivingar og gott samstarv og ynskir honum alt tað besta frameftir.