Kári á Rógvi er settur í starv sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya Kári á Rógvi tók løgfrøðiligt embætisprógv frá Københavns Universitet í 1998 og LL.M í lóg frá Aberdeen University í 1999. Hann hevur latið inn Ph.D.-ritgerð til Háskola Islands, sum er góðkend til verju, og sum verður seinni í ár.
Kári á Rógvi hevur skrivað fleiri løgfrøðiligar greinir, og hann hevur skrivað bókina Faroese Busines Low saman við Jóhannes Egholm Hansen.
Kári á Rógvi hevur verið skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini hevur hann verið við í lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum førdi til gerðarrættin í 2006, sigur Fróðskaparsetrið.