Í morgun hevur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, sett eina nevnd, sum skal gera eitt tilmæli til eina nýggja skatta- og avgjaldslóg.
Nevndin skal hyggja eftir, hvørja ávirkan skattur og avgjøld hava á samlaða búskapin.
Kári Petersen, búskaparfrøðingur, er formaður í nevndini.
Herit Albinus, limur í búskaparráðnum er limur í nevndini. Haraftuat eru tað Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðinur, Erika Hayfield, Sigurd Poulsen, stjóri á Hgstovuni, Mirjam Haraldsen, grannskoðari og Petur Alberg Lamhauge, fyrrverandi aðalstjóri