Kári P útilokar ikki nýggja útgávu

19 ár eftir seinastu útgávu sína fekk Kári Leivsson - Kári P millum manna - mentanarvirðisløn landsins. Ein viðurkenning, sum kveikir hugin at gera meira við tónleikin. Hetta staðfesti Kári í práti, sum í kvøld kundi hoyrast í nýggju mentanarsendingini hjá Sjónvarpinum, Refleksjón.

Umframt at vera partur av nøkrum single-útgávum í 70´unum, eru tað serliga tvey verk, sum standa eftir Kára P. Vælferðarvísur, sum kom á marknaðin í 1978 og Hinumegin Ringvegin, sum varð givin út í 1991. Men sjálvur segði Kári, at virðislønin, sum hann nú fekk, hevur kveikt hugin at gera enn eina útgávu.

Í øllum førum svaraði listamaðurin soleiðis, tá hann varð spurdur, um útgávan frá 1991 er og verður tann seinasta frá hansara hond.

- Eg hevði ynskt, at eg kundi svarað greitt upp á handan spurningin.

- Tá eg gav Hinumegin Ringvegin út í 1991, var eg sannførdur um, at gav eg hana ikki út júst tá, kom hon als ikki út.

- Og tá eg nú síggi, hvussu nógv hesir sangirnir tykjast hava havt at siga fyri fólk í so nógv ár. So kveikir tað hugin fyri at royna at framleiða nakað afturat, segði Kári P.