Kári P. spyr um Jógvan S. málið

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, spyr løgmann um málið viðvíkjandi fiskiloyvinum til Jógvan S.

 
 
Hví fekk Jógvan S fiskiloyvi? Hví bleiv hetta loyvi afturtikið? Og hvørji stig fer løgmaður at taka fyri at staðfesta ábyrgdina, nú landskassin mátti
gjalda milliónaupphædd, tí tað í rættinum varð staðfest, at tað var ólógligt at taka fiskiloyvi aftur? Soleiðis ljóða spurningarnir, sum Kári P. Højgaard hevur gjørt at seta løgmanni.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Kári P. Højgaard millum annað, at higartil hevur hesin leikur kostað tí almenna nærum 3,1 milliónir, og er hesin peningur fingin til vega og goldin við einum fíggjarnevndarskjali.
Kári P. Højgaard sigur, at har landskassin verður dømdur at gjalda milliónaupphæddir í endurgjaldi, krevur eina neyv frágreiðing um, hvør hevur ábyrgdina. Og ætlanin er ikki at hetta skal takast upp til viðgerðar í tinginum.
                       Nógvir spurningar standa ógreiðir og ósvaraðir, sigur Kári P. Højgaard. Løgmaður hevur ábyrgdina av landsstýrismonnunum, men løgmaður hevur í øðrum førum víst á, at hann onga ábyrgd tekur av hendingum, ið farnar eru fram, áðrenn hann tók við sum løgmaður. Men umbønin við fíggjarnevndarskjali til at gjalda inntøkumissin hjá saksøkjaranum á knappar 3 milliónir er undirskrivað av landsstýrismonnunum Bjørn Kalsø og Bárði Nielsen tann 4. august 2006. 
Tingið atkvøður um fyrispurningin týsdagin 17. oktober.