Kári P spælir eisini á Jobmatch

Fríggjakvøldið 26. september klokkan 20.00 verður skipað fyri einum Netverkstiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har ymiskt spennandi verður á skránni

Bogi Eliasen greiður frá høvuðsniðurstøðunum í kanningunum um føroyskar útisetar.

Suni Poulsen, sálarfrøðingur og partnari í Marketminds greiður frá fokusbólkakanning um hví nógvir útisetar ikki koma aftur til Føroya.

Tríggir føroyingar úr vinnu og fyriseting at greinða frá, um hví grasið er grønari í Føroyum - hetta skilt á tann hátt, at tey fara at bera fram sína áskoðan um fyrimunirnar við at virka og liva í Føroyum. Tey eru:

Marjun Hanusardóttir, Stjóri á Løgmansskrivstovuni

Hákun Steingrímsson, Stjóri á Formula.fo

Christian Nagata, Stjóri á Nema

Harafturat verður eisini politisk kjak um framtíðarsamfelagið Føroyar, um hvussu Føroyar kunnu gerast meira áhugaverdar fyri útisetar at flyta heimaftur til. Í Kjakinum luttaka teir føroysku fólkatingslimirnir, umframt at fundarluttakarar kunnu siga sína hugsan um hetta evni.

Annita á Fríðriksmørk, Fólkatingslimur fyri Tjóðveldisflokkin

Edmund Joensen, Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Føroyskur tónleikur verður eisini á skránni hetta kvøldið, har Lena & Niclas, Gurið Hansdóttir og Maria Guttesen og Kári P fara at spæla..

Tilltakið verður fyriskipað saman við Føroyahúsinum, og luttøka á netverkstiltakinum verður ókeypis!