Tað var ein farri av spenningi í luftini, tá løtan við Kára P á Summar Festivalinum 08 upprann. Góð løta gekk, til ljóðviðurskiftini komu í rættlag, so eitt av høvuðsnøvnunum kundi byrja.
Kári P er ikki ofta at hoyra á palli, og tí var hetta fongur og ein løta, ið mong høvdu bíðað eftir.
Perlur
Og Kári P skuffaði ikki. Fyrst kom hann eina á pallin og so komu perlurnar. Tryggur spann hann perlurnar á tráð og saman við stóru mannamúgvuni á Vágsbø gjørdi hann eitt perluband av sangum, ið allir eru fólkaogn.
Útgávurnar eru tvær í tali. Long tíð gekk ímillum tær, tær hava mong ár á baki,og pallframførslurnar eru eisini rár hending.
Júst tí var hetta spennandi løta. Men júst tí er tað kanska eisini eitt bragd, at Kári P fyri fleiri helst var eitt slag av felagsnevnara á Summar Festivalinum. Tað var óivað ymiskt, hvat børn, ung og eldri høvdu sett sær ovast á ynskilistan yvir, hvat tey vildu hoyra, men ein felagsnevnari á øllum listum var óivað Kári P.
Og hetta sást aftur, tí øll sungu við, tá Kári sang sínar vísur. Tað var stuttligt at síggja ungfólk, ið valla eru farin um fermingaraldur, syngja við, tí allir tekstirnir eru ikki líka lættir at finna fram í huganum eina káta stund. Kári er meistarligur yrkjari, dygd er í, men alt er ikki líka sangbært fyri leikfólk, tí tekstirnir hava dýbd og eru ofta nýbrot í yrking.
Íblástur
Veðrið spældi festivalinum eitt puss leygardagin, men konsertir vórðu framskundaðar, so Kári spældi klokkan 18:30, men hetta var ongin forðing, tí Kári megnaði at fylla konsertøkið, hóast umstøðurnar ikki vóru av teim bestu.
Serliga uppi á pallinum gjørdi vaksandi vindurin um seg. Kári hevði Finn Hansen og Edvard Nyholm Debess við sær, men vindurin gav teimum ikki bestu umstøður. Blásturin koppaði tó als ikki framførsluni, men ein kann kanska vóna, at hetta gevur skaldinum íblástur.
Løtan
Hetta var stutt sagt LØTAN! Hetta var stundin, tá meistarin innan nýtímans yrking og vísusang stóð á palli aftur. Her var møguleikin at hoyra og uppliva kendar sangir á palli. Mann og sangir, ið annars ikki eru á palli ofta, men sum hevur sett sær tveir utgávuvarðar, ið standa sum fjøll.
At røddin ikki er hin sama, og ikki heilt klárar at bera eina framførslu, so hon gerst tónleikalig frøði, er onnur søga. Hetta bað Kári eisini lurtarar bera yvir við, og tað er neyvan ov nógv sagt, at tað gjørdi fjøldin.
Tí her var sum so ofta við fólkasangarum og troubadorum. Tað hevði als ikk verið tað sama, um onkur annars framúr sangari sang sangirnar, ella kom til hjálpar, tí tað var ikki tað, sum tað núði seg um, men heldur um at uppliva mannin sjálvan syngja sínar fyndugu tekstir og síni góðu løg, og so eisini at sleppa at syngja við.
Og Kári var, hóast sjáldan á palli, tryggur í tekstum, sangi og ikki minst guitarspæli.
Hendan løtan á festivalinum fer í søguna sum ein rár, hugnalig løta, sum ikki lat vind og regn røra við hugtakið um, at Kári P er fólkaogn, og at fólk syngja best, tá tey eru mest og saman við Kára P og hansara vísum. Kári náddi einstaklingin, og ongin stóð ómerktur á vøllinum. Og øll fóru úr stóru fjøldini við kenslu av, at her var tað “Kári P og eg”, ið fingu eina sangløtu saman. Óført.