Útnorðurráðið, sum er ein samstarvsfelagsskapur millum Føroya Løgting, Landstingið í Grønlandi og Alþingið í Íslandi, hevur í dag valt Kára P. Højgaard, løgtingsmannn, sum formann í ráðnum. Tað var gjørt á fundi, sum verður hildin í Bifrøst í Íslandi. Kári P. Højgaard tekur við formansstarvinum eftir Ólínu Þorvarðardóttir, altingskvinnu.
Kári P. Højgaard ætlar sær at leggja dent á at fremja áhugamálið hjá ráðnum og økjunum í útnorðuri, bæði innanhýsis og vegna økini í teimum trimum londunum mótvegis umheiminum, serliga gjøgnum altjóða samstarvsfelagarnar sum eitt nú Norðurlandaráðið og tað arktiska samstarvið í Evropatinginum.
Kári P. Højgaard, sum hevur sitið á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin síðani 2001, hevur verið í Útnorðurráðnum síðani 2002, og hann er formaður í føroysku sendinevndini. Umframt Kára P. Højgaard, so sita eisini Andrias Petersen, Jacob Vestergaard, Bergtóra Høgnadóttir, Karsten Hansen og Magni Laksáfoss í føroysku nevndini í Útnorðurráðnum.