Bjarni Djurholm og Framtaksgrunnurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Kári P. Højgaard blandar tvey viðurskifti saman, sum onki hava við hvørt annað at gera.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður er ikki samdur við formannin í Landsstýrismálanevndini, um, at hendan kanningin, sum nú er sett í verk av Bjarna Djurholm og Framtaksgrunninum, eigur at ganga heili fimm ár aftur í tíðina.
Sum tað sæst í greinini omanfyri, heldur Kári P. Højgaard, at tað er skeivt, at kanningin er avmarkað til embætistíðina hjá løgmanni. Einasta tíðarfreist, sum eigur at vera, er fyrningarfreistin upp á fimm ár, tí landsstýrismaður kann revsast fyri ólógliga embætisførslu fimm ár aftur í tíðina.
Men løgmaður sigur, at í hesum føri blandar Kári P. Højgaard tvey viðurskifti saman.
- Sum løgmaður kann eg bara seta eina kanning í verk, sum umfatar mítt embætismannaskeið. Eg havi eftirlit við embætisførsluni hjá mínum landsstýrismonnum og eg kann ikki hava eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrismonnunum undir einum øðrum løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard, í eini stuttari viðmerking.
Hann sigur, at skal ein kanning gerast, sum fevnir um eitt fimm ára tíðarskeið, heilt aftur til fyrningargreistina, má tað verða landsstýrismálanevndin sjálv, sum setir tað kanningina í verk.
- So í hesum førum má Kári P. Højgaard taka í egnan barm, sigur løgmaður.
Tað kann løgmaður ikki gera, tí eg kann bara kanna tað, sum eg havi eftirlit við og tað er embætisførslan í míni embætistíð, leggur hann afturat. Skal nakað annað kannast, tilkemur tað ikki mær. Men tað kann landsstýrismálanevndin gera, sigur løgmaður.










