Kári P. Højgaard leggur veto móti skrásettum parlag

Hvussu samdur løgmaður so er við Poul Michelsen og Framsókn um tað »rúmliga samfelagið«, sum skal hýsa øllum – eisini samkyntum, so hevur umsitingin hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Kára P. Højgaard, fingið greið boð um, at hjúnabandslógin ikki verður broytt.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur, at í Sjálvstýrisflokkinum, eins og í øllum flokkum uttan Miðflokkinum, taka umboð floksins støðu eftir sannføring.

– Í samband við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark við skrásettum parlag og broyting í hjúnabandslógini, havi eg fráboðað umsitingini í Innlendismálaráðnum og mínum samstarvsfeløgum í landstýrinum, at slík lógaruppskot ikki verða framløgd vegna samgonguna, so leingi sum eg havi ábyrgdina av málsøkinum, sigur Kári P. Højgaard.