- Sveinur er ein fantastiskur spælari eftir føroyskum viðurskiftum. Tað, sum er við honum fram um aðrar bakkar, er, at hann eisini ger síðumenn sínar góðar. Hann hevur eitt fantastiskt skot, gott yvirblikk og dugir væl at meta um nær hann skal skjóta og nær hann skal spæla bóltin, sigur Kári, sum minnist Svein sum eyðsýndan longu sum 18 ára gamal, men at skaðar mangan hava spælt honum eitt puss.
Kári hevur ilt við at peika á veikleikar hjá Sveini, men:
- Hann er lítillátin maður, og tað kann vera bæði gott og minni gott. Minni gott, tí hann kundi sett seg meiri ígjøgnum. Annars hevur hann verið illa skaddur, so fysikkurin hevur tarnað honum. Annars eru dygdir hansara bæði góðar og breiðar, sigur Kári Nielsen at enda.