Kári Nielsen í hitanum

HB-miðvallarin fekk mánadagin boð um, at hann nú eisini er í landsliðshitanum

Landsliðið

Eftir at íslendsku útisetarnir longu hava givið avboð, kom túrurin í gjár til ein av teimum, sum dagliga spæla í Danmark.
Nú er tað John Byrial Hansen, sum ikki fær frí til landsdystin móti Hollandi. Felag hansara, Horsens, roynir framvegis at stríðast í dystinum um at vinna uppflyting til bestu donsku røðina, og tá teir hava dyst annan hvítusunnudag, hevur leiðslan í felagnum lítlan hug at geva føroyska verjuleikaranum frí.
Tí hevur enn einaferð verið neyðugt at taka nýggjan mann í hópin. Hesaferð fall valið á HB-miðvallaran, Kára Nielsen, sum við hesum gerst triði HB?arin í hópinum. Rógvi Jacobsen var tikin við í upprunaliga hópin, og eftir avboð frá Hans Fróða Hansen varð eisini Vagnur Mohr Mortensen tikin út.
Samstundis tykist tað vera ein staðfesting, at Símun Eliasen nú er longur burtur frá einum landsliðssessi, enn hann nakrantíð hevur verið.
Í greinum, sum fyri stuttum hava verið í bløðunum, hevur annars verið róð framundir, at Símun átti at verið royndur á landsliðnum, men higartil er hann so ikki boðsendur, og so er ilt at síggja, nær boðini skulu koma. Tveir miðverjar hava longu givið avboð, og hartil er Jón Rói Jacobsen framvegis ikki tøkur eftir sín skaða.