Kári Larsen er nýggjur húsavørður

Húsavørðurin í Sands kommunu er ættaður úr Fuglafirði, men býr í Trøðum.

Tað er nú ein tíð síðan, at Sands kommuna lýsti starvið sum húsavørður í kommununi leyst at søkja, og nú hevur kommunan gjørt av, hvør skal røkja starvið.

 

Húsavørður í Sands kommunu verður 45 ára gamli Kári Larsen, sum er ættaður úr Fuglafirði, men býr í Trøðum á Sandi. 

 

Í Sands kommunu siga tey, at Kári Larsen byrjar í starvinum hin 1. januar 2019, og í kommununi ynskja tey nýggja manninum vælkomnum í starvsfólkahópin.