Kári Jacobsen nýggjur leiðari

Eftir drúgva tíð, hevur musikkskúlin í Suðuroy nú fingið nýggan leiðara

Suðuroyar Musikkskúli hevur nú fingið nýggjan leiðara.

 

Tað er Kári Jacobsen sum, ið nú er settur sum nýggjur leiðari, sigur Vágs Kommuna á síni heimasíðu.

 

Kári er útbúgvin á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir sum tónleikalærari, tónasmiður, fyriskipari og framleiðari bæði í Føroyum, í Keypmannahavn og aðrastaðni uttanlands. Hann er eisini musikkskúlalærari í Suðuroy, har hann undirvísir í klaverspæli.

 

Tað hevur tikið drúgva tíð at seta leiðaran, tí tað er hálvtannað ár síðani, at søkt varð eftir leiðara og tað endaði við, at Løgtingsins Umboðsmaður kom upp í leikin.

 

Samstundis tók ivi seg upp um, hvør skuldi seta leiðaran. Tað eru kommunurnar, sum vara av musikkskúlanum, men kommunurnar í Suðuroy hava sett eina musikkskúlanevnd fyri umboðum úr kommununum, og ætlanin var, at tann nevndin skuldi seta leiðaran.

 

Men bæði mentamálaráðið og Løgtingsins Umboðsmaður staðfestu, at kommunurnar høvdu skyldu at seta leiðaran sjálvar, og at tær ikki kundi útveita uppgávuna til eina nevnd. Og nú er tað so loksins avgreitt, at Suðuroyar Musikkskúli hevur fingið nýggjan leiðara.