Hondbóltskvinnurnar hjá VB fara at spæla undir leiðslu av Kára Horn komandi kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum í dag.
Kári Horn er uppvaksin í Neistanum, men fer við nýggju uppgávuni undir avbjóðingar uttanfyri barndómsfelagið.
-Avtalan er, at vit venja tríggjar ferðir um vikuna, og so møguliga fýra ferðir seinni. Eg var í Vági í gjárkvøldið og sá kvinnurnar spæla til tvey mál. VB manningin verða allir føroyskir spælarar uttan málverjin, og tríggjar spælarar kenni eg frá landsliðnum. Í gjárkvøldið vandu fimtan kvinnur. Jú, eg gleði meg til speanndi uppgávuna og vóni eisini, at vágskvinnurnar vera nøgdar við tað, eg havi at bjóða, sigur Kári við neistin.fo.