Kári Horn nýggjur venjari hjá Neistakvinnum

Birgir Hansen ynskti ikki at halda fram

Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur venjaratoymið hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum valt at leggja frá sær. Nú hevur felagið kunngjørt, at Kári Horn tekur við fyri restina av hesum kappingarárinum, og komandi kappingarár.

 

Les eisini: Neistin skal hava nýggjan venjara

 

- Birgir Hansen ynskir ikki at halda fram, og Neistin hevur gingið hansara ynski á møti. Tískil hevur Neistin valt at steðga samstarvið við venjaratoymi og hevur sett Kára Horn sum nýggjan venjara, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.

 

Venjaratoymið hjá Neistanum taldi Birgir Hansen, Kára Nielsen og Petur Martin Johansen. In.fo hevur roynt at fingið viðmerkingar frá venjaratoyminum, men tað hevur ikki eydnast enn. Felagið leggur stóran dent á í tíðindaskrivinum, at felagið er í holt við at menna ungar spælarar.

 

Neistin hevur fingið 11 stig í tíggju teimum fyrstu umførunum í landskappingini. Tað røkkur til eitt fjórða pláss og fimm stig eru upp til fyrsta plássið, har vestmannakvinnur valda. Neistin tapti heili 32-24 í Vestmanna um vikuskiftið.

 

Tað hevur verið nakað av útskifting í hópinum hjá Neistanum og sum skilst, so eru avbjóðingar við venjingunum. Tað er steðgur í landskappingini hjá kvinnum. Steypakappingin byrjar 21. januar í 2019. Sostatt fær Kári Horn møguleikan at seta sín dám á hópin.