Kórið hjá Jóhan byrjar aftur

kórvenjing

Leygardagin 17. januar byrja kórvenjingarnar hjá blandaða kórinum hjá Jóhan Mortensen aftur. Undan jólum hevði kórið - mannað við einum 35 sangarum - jólakonsert í Fríðrikskirkjuni, har m.a. sangir, ið Jim Reeves og Elvis Presley plagdu at syngja, vórðu framførdir saman við teimum vanligu tónleikarunum.
Nú verður so byrjað aftur við tí fyri eyga at hava eina konsert í mars-apríl. Fyrsta venjingin verður nú leygardagin í skúlanum í Runavík frá klokkan 15:00 til 17:30. Eydnast tað at manna kórið, verður hildið fram við venjningunum annanhvønn leygardag.
Kring landið er mangan torført at fáa kórini mannað, og tí er tað sjálvsagt, at nýggir sangarar eru vælkomnir upp í kórið.