Kári handilsmaður aftur til verka

Hóast 63 ára gamal, so er Kári Müller langt ífrá liðugur við handilsyrkið. – Ert tú seljari, so ert tú seljari. Tað finst einki mitt ímillum, og eg kann ikki ímynda mær eina tilveru, har eg ikki havi nakað at fara upp til, sigur Kári, sum í næstum letur nýggja køksmiðstøð upp

Smílið er hitt sama. Lógvatakið er fast og røddin klár. Og láturin er hin sami hjartaligi, sum hann altíð hevur verið.

Tað kann væl vera, at skræðan er nøkur ár eldri, enn hon plagdi at vera, men Kári Müller er og verður hin sami. Sum klædnaseljari í Feðgum í SMS var hann í fjórðings øld maðurin, sum læt føroysk mannfólk væl í. Í 22 ár gjørdist hann mest sum landskendur í SMS, og sjálvur tekur hann flennandi til, at føroyingar hava ikki gloymt ta tíðina.

- Eg roknaði við, at eftir 14 árum høvdu føroyingar gloymt Kára úr Feðgum, men lort heldur. Tað er framvegis tað, sum eg hoyri mest, tá eg hitti fólk í gerandisdegnum, sigur Kári.


Føddur handilsmaður

Eftir 14 ár á flatlondum, har setningurin var marknaðarføring av ymsum slag, er Kári nú fluttur heim aftur til Føroya. Í hølunum á Óðinshædd, har Bónus áður helt til, eru hópin av køkum, brüggers og baðiverilsum riggað til, og í næsta mánaði letur HTH-Føroyar dyrnar upp.

Sum 63 ára gamal og eftir nærum 45 ár í handilsvinnuni skuldi ein annars hildið, at tíðin nú var komin til at njóta sítt otium, men hetta kemur ikki upp á tal sambært Kára, sum framvegis hevur somu spruttandi orkuna.

- Eg dugi ikki at síggja meg sjálvan sum pensionist. Mær hevur altíð dámað væl at arbeitt, og eg kann ikki ímynda mær eina tilveru, har eg ikki havi nakað at fara upp til.

- Og so er tað sjálvsagt, at talan verður um eitt arbeiði innan handilsvinnuna. Konan, Anna, og eg vóru bara 19-20 ára gomul, tá vit lótu handil upp á fyrsta sinni. Hetta var Vørubúðin, og tá SMS læt upp í 1977 byrjaðu vit við Feðgum. Har høvdu vit 22 góð ár, og handilsvinnan hevur eisini verið á skránni í Danmark, sigur Kári, sum ikki bregður úr ætt í so máta.

Hann traðkaði barnaskógvarnar á Toftum. Højgaards-ættin er upphavið, og var stórt handils- og reiðaravirksemi partur av gerandisdegnum. Anna er av Isaksin-slagnum í Klaksvík, har vinnulív eisini átti sín part, og eftirkomarar teirra eru heldur ikki sloppin undan í so máta.

- Vit hava sjey børn, og tey eru øll onkursvegna partur av handilsvinnuni. Vit bæði, Anna, hava ofta havt á munni, at tey áttu at roynt seg innan okkurt annað yrki, men tað er so eiðasørt. Og tað er kanska ikki so løgið, hóast alt. Heima hjá okkum hevur handilslívið altíð verið við til at sett dagsskránna so ella so, og tí er hetta helst ein púrasta náttúrligur partur av teirra samleika, sigur Kári.


Skapar nøgdsemi

Mangar eru søgurnar um Kára, tá hann sum handilsmaður ofta fekk fólk keypa meira enn tað, sum tey upprunaliga høvdu ætlað. Eitt nú varð mangan tikið til um mann, sum skuldi í Feðgar at keypa sær einar hosur, men kom út aftur í snøggum klædningi. Júst hesari søguni hevur Kári bert hug at flenna eftir, men okkurt vet av sannleika er nú kortini í, viðgongur hann.

- Eg haldi ikki, at hatta við hosunum passar. Men ta einu ferðina minnist eg, at ein maður kom á gátt at læna eina ferðaætlan at hyggja í. Tá hann fór út, visti hann, nær báturin sigldi, men hann hevði eisini ein nýggjan klædning við útaftur.

Eitt er at selja klæði. Nú eru tað køkar, sum eru á skránni, er eingin munur á hesum?

- Sjálvandi er munur á. Men grundleggjandi eru lutirnir teir somu, tá tað snýr seg um at selja. Og har sigi eg aftur, at antin ert tú ein seljari ella ert tú ikki ein seljari.

- Tað týdningarmesta er, at kundin fær eina góða uppliving, og at hann heldur seg hava gjørt ein góðan handil. Og tað má altíð vera so, at báðir partar kunnu taka í hondina á hvørjum øðrum aftaná, og at báðir hava fingið nakað burturúr.

- Føroyar eru ein somikið lítil marknaður, at tað hevur alstóran týdning, at viðskiftafólkini kenna seg somikið væl, at tey hava hug at koma aftur. Tað ber snøgt sagt ikki til at liva av eingangskundum, og tí hevur góð tænasta og góð viðferð av kundum alt at siga.


Altíð til reiðar

Hesar seinastu vikurnar hava arbeiðsdagarnir verið langir, nú nýggju handilshølini skulu riggast til. Hesum hevur Kári tó einki ímóti, og mest av øllum tykist hann gleða seg til, at hann enn einaferð skal lata dyrnar upp í nýggjum handli.

Longu 4. februar byrjar virksemið so spakuliga, men reyða teppið verður av álvara rullað út tann 16. februar, tá stór móttøka verður á skránni.

- Tá skulu øll vera so hjartans vælkomin. Eg havi í øllum førum sett á motorin einaferð afturat, og tað skal sjálvandi ikki standa á at veita føroyingum nógv góð tilboð, sigur Kári. Handilsmaðurin, sum barasta ikki dugir at lata vera.