Á landsfundi Sjálvstýrisfloksins á Glyvrum leygardagin var semja um, at Sjálvstýrisflokkurin framhaldandi skal virka fyri, at yvirtøkur verða framdar stigvíst og eftir avgerð, sum vit sjálvi taka, og fegnast um at tað nú hevur eydnast flokkinum at fáa samgonguna at arbeiða eftir leisti Sjálvstýrisfloksins. Hetta er eisini galdandi í samband við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, sum má gerast í samráð við allar partar, ið varða av kirkjuni, og umboðum fyri politisku flokkarnar.
Landsfundurin ger vart við, at tað er ongin loysn at geva skattalætta við aðrari hondini og áleggja gjøld og hækka prísir við hinari hondini, men arbeiðast má við rationaliseringum og sparingum. Samgongan í felag hevur ábyrgd av at útjaðarin ikki fær verri umstøður.
Landsfundur Sjálvstýrisfloksins átalar vánaliga stevið í samgonguni, at persónar í alt ov stóran mun, royna at profilera seg sjálvar og sínar flokkar, heldur enn at loysa málini innanhýsis í samgonguni.
Landsfundurin fegnast um at flokkurin við sínum politiska leiki hevur eydnast at ment um persónliga og vinnuliga frælsi, og at umhvørvi, vælferð og trivnaður hjá øllum landsins borgarum er styrkt munandi við floksins luttøku í samgonguarbeiðinum.
Fráboðan:
Á fundinum var full semja um at velja Kára P. Højgaard til floksformann, og Eyðun Elttør til næstformann.
Nýggj landsnevnd. Landsfundurin valdi eisini nýggja landsnevnd. Nevndin hevur skipað seg við Lassa Klein fyri Eysturoynna, sum formanni í landsnevndina og Ásu Olsen fyri Suðurstreymoy sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru: Dan Lamhauge fyri Unga Sjálvstýri, Sigvald Zachariasen fyri Norðurstreymoy, Jan Joensen fyri Norðoyggjar og Rosely Reynstind fyri Vágarnar. Hesi umboð vóru vald í starvsnevndina: Klæmint Olsen og Petur Olivar í Hoyvík.