Komandi mikukvøld hava Glymur og Tórshavnar Kamartrio vetrar/jólakonsert í auluni í Kommunuskúlanum.
Skráin hjá kórinum fevnir um traditionellar kórsangir, sum t.d. svenska lagið »Morgon« hjá Gunnar Persson, íslendska »Heilræðavísa« hjá Jón Nordal. »Nú liggur ein kavafonn tindi á«, sum íslendingurin Gunnar Reynir hevur lagt til rættis og tann meira modernaða »Hvíta náttin« hjá Sunleifi Rasmussen, Karsten Hoydal eigur orðini.
Í tí rytmiska partinum av skránni eru løg sum »Tears In Heaven«, »California dreamin« ? meðan tann jólaligi parturin eru løg sum »Happy X-mas« hjá John Lennon, »Mary?s Boychild« og »Rudolf reinsdjórið reyða« í skemtiligu umseting Jógvan Tellings.
Tórshavnar Kamartrio framførir verk eftir Ludvig Spohr, Peter Cornelius og Kára Bæk, umframt kend løg sum Panis Angelicum og Jólaklokkan aftur ringir fyri at nevna nøkur.
Glymur er manna við 40 glaðum sangarum og einum líka so fróðum kórleiðara - Bjarna Berg.
Kamartrio?in er mannað við Árna Hansen, Berghild Poulsen og sama Bjarna Berg.
Hesi í felag bjóða til eina hugnaliga løtu í Kommunuskúlaauluni mikukvøldið 25.11. kl. 19.30.