Útnorðurráðið hjá Løgtinginum hevur skipað seg í morgum og tað varð Kári P. Højgaard, sum varð formaður Tað er nú greitt, at tað verður Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum verður formaður í útnorðurráðnum hjá løgtinginum.
Tað er greitt, eftir at ráðið skipaði seg á fundi í mogun
Ráðið valdi eisini Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum til næstformann.
Í ráðnum er eitt umboð fyri hvønn flokk og hinir ráðslimirnir eru Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi, Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum.
Varalimir eru Kári á Rógvi fyri Sjálvstýrisflokkin, John Johannessen fyri Javnaðarflokkin, Jógvan á Lakjuni fyri Fólkaflokkin, Páll á Reynatúgvu fyri Tjóðveldi, Alfred Olsen fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.
Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Løgting, Landstingið í Grønlandi og Altingið í Íslandi.
Endamálið er at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri og at royna at menna samstarv ímillum tey trý londini.
Endamálið er eisini at arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og at vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í útnorðri í norðurlendskum samstarvi.










