Kári P. Højgaard fer at viðgera umsóknina frá Tvøroyrar Býráð um at broyta byggisamtyktina, so at Varðin Pelagic kann byggja út, sum eitt skundmál.
Tað sigur hann við Portalin.
Í morgun hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at søkja landsstýrismannin í innlendismálum um at gera frávik frá øllum tíðarfreistum, so at Varðin Pelagic sum skjótast kann fara undir at byggja frystigoymsluna út.
Umsóknin verður send landsstýrismanninum seinni í dag og landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at viðgera hana beinanvegin.
Hann ivast ikki í, at viðgerðin byrjar longu í dag.
Nær ein avgerð verður tikin veit hann ikki, men hann sær ikki fyri sær, at tað fer at taka langa tíð.
- Málið er rættiliga væl lýst, so er onki nýtt í tí, vænti eg ikki, at tað tekur nógvar dagar at avgreiða tað, sigur hann.
Men um avgerðin enntá kann verða tikin í dag, torir hann kortini ikki at siga
Kári P. Højgaard staðfestir, at Løgtingið hevur givið honum heimild at gera frávik, tá ið stór samfelagslig og vinnulig virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti.
- Tá ið Løgtingið hevur givið mær hesa heimildina, er endamálið væl tað, at heimildin skal brúkast.
Tað er heldur onki dulsmál, at útbyggingin hjá Varðanum á Tvøroyri er beinleiðis orsøkin til, at Løgtingið samtykti at geva heimild til at víkja frá tíðarfreistini í ávísum førum.
Tí dugur landsstýrismaðurin heldur ikki at hugsa sær annað, enn at umsóknin frá Tvøroyrar Býráð verður gingin á møti.
Fær Tvøroyrar Býráð undantaksloyvi, skulu broytingarnar liggja frammi í eina viku og so fáa borgarar eina viku at gera viðmerkingar, ella at mótmæla broytingarnar.
Men ein partur av hesum er, at broytingarnar fáa ikki steðgandi virknað.
Og tað merkir, at gongur alt sum fótur í hosu, kann farast undir at fylla út tíðliga í apríl.
Síðani skal Varðin Pelagic leggja uppskot fyri Býráðið um byggiloyvi til útbyggingina, men tað er heldur ikki væntandi, at tað fer at taka nógvar dagar at avgreiða.