Kári farin av postinum

Sunnudagin gjørdi Sjálvstýrisflokkurin av ikki at halda fram at skipa samgongu saman við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum

? Tá tað var greitt, at teir tríggir stóru flokkarnar ikki vildu tryggja okkum ein landsstýrissess, so gjørdi landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum av, at vit ikki halda fram við samráðingunum um skipan av nýggjari samgongu.
Hetta segði Kári P. Højgaard við útvarpið sunnudagin, eftir at hann og Sjálvstýrisflokkurin vóru farnir av postinum á Gamla Apoteki, har nú teir tríggir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin royna at skipa nýggja samgongu.
Tað vóru Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum umframt Javnaðarflokkin peikaðu á Jóannes Eidesgaard sum samráðingarleiðara. Tískil valdi Jóannes Eidesgaard fyrst at bjóða hesum flokkum til samráðingar, síðani at hoyra, hvat hinir flokkarnir høvdu at siga til møguligt samstarv, áðrenn hann tók avgerð um at bjóða Fólkaflokkinum til realitetssamráðingar.
Fundur var hildin til út á kvøldið leygarkvøldið, og tá lá í luftini, at Sjálvstýrisflokkurin fór at taka seg burturúr, um teir ikki fingu vissu fyri, at flokkurin fekk ein landsstýrissess. Men líka so greitt lá tað í luftini, at tað fekk Sjálvstýrisflokkurin ikki. Eingin illstøðu tóktist vera av hesum, men fyri Sjálvstýrisflokkin hevur tað týdningat vera við í arbeiðinum sum fer fram í landsstýrinum.
? Kunnu vit ikki verða við í tí arbeiða, sum fer fram har, so verður tað vónleyst hjá einum einsamallum tingmanni at arbeiða konstruktivt, segði Kári P. Højgaard, sum eftir øllum at døma verður einsamallur um at umboða Sjálvstýrisflokkin í føroyskum politikki í komandi valskeiði.
Hóast Sjálvstýrisflokkurin er farin burtur úr samráðingunumá Gamla Apoteki, so segði Kári P. Højgaard við útvarpið sunnukvøldið, at hann helt tað vera røttu avgerðina, at hann peikaði á Jóannes Eidesgaard, sum samráðingarleiðara.
? Vit mugu vera realistiskt. Tað hevði ikki nytta at peika á Anfinn Kallsberg, soleiðis sum støðan varð vorðin. Jóannes Eidesgaard er tann, sambært veljarakanningum, sum er næst best umtóktur sum løgmaður eftir Anfinn Kallsberg, tí var tað so nátúrligt at peika á hann. Hann hevur eisini prógvað í hesum samráðingunum, at hann er førur fyri at leiða slíkar samráðingar, sum hava gingið sera væl og hava verið sera konstruktivar, segði Kári P. Højgaard, sum nú kennir seg leysan av hesi møguligu samgonu. Hann fer í løgtinginum at taka støðu til mál fyri mál, fer at arbeiða konstruktivt og taka undir við teimum góðu málunum frá samgonguni.
Teir tríggir flokkarnir, sum nú samráðast, hava tilsamans 21 tingsessir aftan fyri seg. Sjey fólk eru í tingnevndunum. Nevndarbýtið verður tí fimm limir til samgonguna og tveir til andsstøðuna.