Kári farin at ivast

Landsstýrismaðurin í innlendismálum er farin at ivast í, hvørt tað fer at eydnast at seta undirskriftirnar á avtaluna um Skálafjarðartunnilin hósdagin, eins og ætlað.

Orsøkirnar eru politisk mótstøða móti ætlanini og eisini er privatur íleggjari, sambært landsstýrismanninum, farin at ivast í ætlanini.

Kári P. Højgaard skipaði fyrrapartin fyri kunnandi fundi fyri løgtingslimir. Við landsstýrismanninum var aðalstjórin í innlendismálum, Rúni Joensen, Kaj Johannesen, fulltrúi og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Fimti maðurin í fylginum hjá landsstýrismanninum er Kurt Bardeleben, advokatur í í Lett Advokatfirma, ið er ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum.

Eftir fundin fingu vit orðið á landsstýrismannin í innlendismálum. Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard her: