- Valið var ein katastrofa!
So bersøgin er Kári P. Højgaard um valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum til fólkatingsvalið.
- Nú er tað eingin loyna, at eg eri ímóti, at flokkurin yvirhøvur stillar upp til fólkatingsval. Eg haldi ikki, at vit hava nakað at gera á fólkatingi, og eins og danir hava ríkisumboð í Føroyum, skuldu vit havt eitt ríkisumboð í Danmark, sigur Kári P. Højgaard.
Hann stillaði sum kunnugt ikki upp til valið hesaferð, men tað hevur einki sum so at gera við ta ósemju, ið leikar innanflokka.
- Eg havi bert einaferð stillað upp til fólkatingsval, og at eg ikki geri tað hongur sum nevnt saman við, at eg ikki meti føroyingar hava nakað at gera i einum donskum fólkatingi, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur, at talan var um eitt katastrofuval, og at flokkurin eigur at taka veljarans dóm til eftirtektar.
- Gera vit ikki tað, kann løgtingsvalið gerast ein eins stór katastrofa, sum fólkatingsvalið var, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur annars, at tað má vera upp til landsnevndarformannin og floksformannin at siga, hvussu flokkurin kemur víðari frá hesum stak vánaliga valinum.
Kári einasta alternativ
Úrslitið av valinum vísir, at Sjálvstýrisflokkurin hevði verið minsti flokkur í landinum, og hevði ikki fingið umboð á løgting, var talan um eitt løgtingsval.
- Formaðurin hevur jú boðað frá, at hann tekur úrslitið til eftirtektar og fer at leggja frá sær. Og sum spælireglurnar eru, skal formaðurin finnast millum landsstýris- og løgtingslimir floksins. Tað ber sjálvandi til at broyta hesar reglur, tí tað er til eina og hvørja tíð landsfundurin, ið tekur avgerð um hetta, men tað er neyvan skilagott at broyta hesar reglur so stutt upp undir eitt løgtingsval, sigur Kári P. Højgaard.
Við øðrum orðum er tað tí sannlíkt, at komandi formaður Sjálvstýrisfloksins aftur fer at eita Kári P. Højgaard.
- Nú ber sjálvandi illa til at sammeta eitt fólkatingsval við eitt løgtingsval. Øll vita, at ein atkvøða til ein av smáu flokkunum til eitt fólkatingsval er burturspilt. Søgan er ein heilt onnur, tá talan er um løgtingsval, og veljarakanningar hava víst, at Sjálvstýrisflokkurin stendur til tveir tinglimir, eins og vit hava í dag, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur tí, at um rætt verður atborið, fær flokkurin eitt gott løgtingsval.
- Men neyðugt er hjá flokkinum at taka veljarans dóm til eftirtektar, tí gera vit ikki tað, verðu rløgtingsvalið ein líka stór katastrofa sum fólkatingsvalið var, sigur Kári P. Højgaard.
Avgreiða formansvalið
Longu valkvøldið sendi Kári á Rógvi út tíðindaskriv har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær sum formaður í flokkinum. Men samstundis sigur Kári á Rógvi, at komandi formaðurin skal finnast millum vónandi nýggj nøvn í tingmanningini.
- Eg haldi, at formansvalið skal avgreiðast í góðari tíð undan løgtingsvalinum. Hetta kann gerast við at kalla inn til eykaaðalfund, tí vanligur aðalfundur skal boðast frá við fýra vikum skotbrái, sigur Kári P. Højgaard.
Hann dugir ikki at ímynda sær nakrar broytingar í háttinum at velja formann, og tað merkir tí, at hann er einasta alternativið til sitandi formann, ið sum nevnt hevur boðað frá, at hann ætlar at leggja frá sær.
Annars er flokkurin í holt við at fyrireika seg til komandi løgtingsval.
- Onkrir uppstillingarfundir hava verið, men annars hevur flokkurin ein loypandi lista til løgtingsvalið. Og verður rætt atborið, vænti eg, at vit fara at fáa eitt gott løgtingsval, sigur Kári P. Højgaard, ið sambært ásetingum Sjálvstýrisfloksins verður næsti formaður floksins.









