Kári Durhuus, journalistur, er við í loysnini til fyribils tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya, nú Ingi Rasmussen, sum er fyribils settur leiðari, fer úr starvinum heilt skjótt Tað hava verið fundir í Kringvarpi Føroya um tíðindadeildina í allan dag, og hóast tað skilst, at Kári Durhuus, sum nógvu seinastu árini hevur verið í privata vinnulívinum, er við í eini loysn til sessin hjá Inga Rasmussen, sum fer í farloyvi um nakrar fáar dagar, so vil Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, ikki siga ov nógv.
- Eg kann vátta, at ein prosess er í gongd, sigur Annika Mittún Jacobsen, tá hon verður spurd, hvar málið stendur við leiðara til tíðindadeildina.
Til spurningin, um tað verður Kári Durhuus, sum verður næsti tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, sigur Annika Mittún Jacobsen, seg onga viðmerking hava, og tað hevur hon heldur ikki, tá hon verður spurd, um loysnin til tíðindaleiðarasessin er uttanfyri húsið.
Kári Durhuus sjálvur sigur seg hvørki kunna avsanna ella vátta, at hann verður næsti tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya, men staðfestir, at hann hevur okkurt við Kringvarpið at gera fyri tíðina.
- Eg havi verið við og diskuterað nakrar loysnir fyri tíðindadeildina, sigur Kári Durhuus.
Kári Durhuus hevur ikki verið í starvi í Kringvarpinum síðan 2002, men hann hevur tó tikið onkra tíðindavakt síðan tá.










