Rock ‘n roll
Tað ber til at gera alt upp á tann rotna mátan. Men tað ber eisini til at gera alt upp á rock ‘n roll mátan.Rock ‘n’ roll er ikki bara tónleikur – tað er eisini ein lívstílur.
Og fremsta og besta umboðið fyri hendan lívstíl í Føroyum er Kári Cool.
Hann er maðurin, sum bara skrivar við stórum stavum og kann stava sannleikan fyri tær. Maðurin, sum ikki smæðist fyri at siga tað, sum tað er. Maðurin, sum trýr upp á seg sjálvan og tað, hann sigur.
Boðskapurin frá Kári Cool er púra greiður. Tað snýr seg um at liva og gera alt upp á rock ´n´ roll mátan. Og á ólavsøku er Kári Cool til reiðar at handa eina spildurnýggja heiðursløn, sum júst leggur dent á hetta.
Nú er liðugt við at handa eina heiðursløn fyri eitt gott avrik, fyri at hava útmerkað seg eitt sindur ella fyri at hava gjørt okkurt heiðurligt.
Nú skal ein heiðursløn handast til Ársins rock ‘n rollara. Tann persónur í Føroyum, sum er mest rock ‘n roll, skal heiðrast á ólavsøku, og eingin annar enn Føroya harðasti rockari, Kári Cool, skal handa heiðurslønina.
- Tú kanst tú vera húsmóðir, vaskikona, bankamaður ella handverkari upp á tann rotna mátan, ella tú kanst verða tað upp á rock ‘n roll mátan. Føroyar hava brúk fyri rock ‘n roll, og tí skulu vit eisini heiðra onkrum, sum torir at verða rock ‘n roll, sigur Kári Cool.
Meira rock ‘n’ roll
Ársins rock ‘n’ rollari verður heiðraður á stórum tiltaki, sum Rás2 skipar fyri í Vágsbotni ólavsøkukvøld. Tá fara fólkakæru Frændur at spæla live í Vágsbotni, og síðani fer Kári Cool at siga nøkur sannleiksorð í sambandi við handanina av nýggju virðislønini.
Og hann hevur boðskapin kláran:
- Mann kann gera alt upp á tann keðiliga mátan, har mann er bangin og hyggur niður og krýpur fram við vegginum. Men tað ber eisini til at gera alt upp á rock ‘n’ roll mátan, har mann er cool og sjálvsikkur og ger akkurát tað, sum mann vil – líkamikið hvat onnur siga.
- Føroyar hava brúk fyri meira rock ‘n’ roll á øllum økjum, og tí skulu vit eisini heiðra Ársins rock ‘n’ rollara, sigur Kári Cool.
Og hann heldur, at hetta kann eisini síggjast aftur í, hvussu fólk halda ólavsøku.
- Tú kanst halda eini luftballón upp á tann keðiliga mátan ella eta poppkorn og candyfloss upp á tann rotna mátan, men nú kanst eisini geva tí allan armin og gera tað upp á rock ‘n’ roll mátan. Tað geri eg, og tað vóni eg, at fleiri fólk fara at gera, sigur Kári Cool.
Myndatekstur:
Mynd: Beinta Haraldsen