Kári bjóðar Kára av

Nú er greitt, at tað verður stríðsval um formansskapin í Sjálvsstýrisflokkinum, tá ið landsfundur verður seinni í ár.

Í almennari fráboðan, hevur formaður Sjálvstýrisfloksins Kári á Rógvi, heitt á Kára P. Højgaard løgtingsmann, um at stilla upp til floksformansval, á komandi landsfundi, sum væntandi verður fyrst í oktober.

Og Kári P. Højgaard boðar nú frá, at hann tekur av avbjóðingini.

- Eg havi gingið áheitanini á møti, og havi boðað formanninum í Landsnevndini, Jan Joensen, frá, at eg fari at stilla upp, sigur Kári P. Højgaard

Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki havt formansval seinastu 10 árini.

- Á landsfundinum 2010 boðaði eg frá, at eg ikki tók við afturvali, og fór sostatt sjálvboðin frá, uttan val, leggur hann afturat.

- Eftir drúgva umhugsan haldi eg, at tað skapar frið og gagnar Sjálvstýrisflokkinum best, um limir floksins sleppa at siga sína hugsan við, at teir sjálvir fáa møguleikan at velja flokspolitiska leiðslu.