Leygardagin varð ein ungur maður, ákærdur fyri skilaleysa koyring á Kaldbaksvegnum. Hann hevði ov nógva ferð, og gjørdi eina yvirháling. Viðkomandi hevur kanska havt skund, men óheppin var hann, tí bilurin, sum kom koyrandi ímóti var ein politibilur. Hann varð máldur til at hava koyrt 135 km/t, og verður tí ákærdur fyri at hava koyrt skilaleyst og ov skjótt.
Ein annar var tikin við Norðskálatunnilin, eisini leygardagin. Hann var máldur til at hava koyrt 129 km/t, og verður tí lagdur upp til frádøming av koyrikortinum.