Ákærdur fyri drápsroynd í Miðvági

Ein maður skal nú í rættin og fimm dagar eru settir av til rættarmálið

Um tvær vikur byrjar eitt umfatandi rættarmál í Føroya Rætti, har ein maður er skuldsettur fyri drápsroynd. Fimm dagar eru settir av til endamálið.

Maðurin er skuldsettur fyri drápsroynd eftir eina hending í Miðvági mánakvøldið 9. desember í 2019. Tá varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður hótti við at taka seg av døgum á einum bústaði í Miðvági har hann hevði víðgyrt seg.

Tann, sum boðaði frá, greiddi løgregluni frá, at maðurin var vápnaður við høglbyrsu og hótti við at skjóta.

Løgreglan kom á staðið og royndi at tosa mannin til rættis, men tað endaði við skotbardaga.  Løgreglan førdi fram, at skot vórðu latin av ímóti løgregluni og ein av politistunum varð raktur í andlitið av tveimum høglum og minst 30 høgl høvdu rakt hjálmin, hann var í. Løgreglan skeyt aftur og rakti mannin, so hann mátti undir læknahond. Hann varð varðhaldsfingslaður og síðani hevur løgreglan kannað málið.

Kanningarnar eru nú lidnar og málið er lagt so lagt fyri rættin at taka støðu til.