Facebook verður brúkt til alt møguligt - eisini til at selja vørur og tænastu av øllum handa slagi. Men at selja sigarettir á Facebook, tað gongur ikki, heldur fútin í hvussu so er.
Føroya Rættur viðgerð í løtuni eitt mál ímóti einum manni, sum er ákærdur fyri at hava lýst tvey kartong av sigarettum til sølu á Facebook.
Í Føroyum er tað ikki loyvt at lýsa við tubbakki, men tað hevur ongantíð verið nakað mál í Føroyum, har sigarettir eru lýstar til sølu á Facebook.
Sostatt er hetta eitt prinsipielt mál, og Bjørk Maria Kunoy, ákæri, sigur, at páhaldið hjá ákærumyndugleikanum er, at tað eisini er ólógligt at lýsa sigarettir til sølu á Facebook, og tað er orsøkin til, at málið nú verður roynt í rættinum.
Endamálið við tí er at fáa rættin at áseta, hvussu slík mál skulu revsast. Talan er um bót og ætlanin við hesum rættarmálinum er sostatt at fáa rættin at áseta, hvussu stór, bótin fyri slíkt lógarbrot eigur at vera.