Ákærdur fyri at hava hjálpt Saddam Hussein

Amerikanski heryvirmaðurin William H. Steele var ein av fangavørðunum hjá Saddam Hussein. Nú er hann ákærdur fyri at hava hjálpt honum

Tann 30. desember í fjør varð Saddam Hussein tikin av døgum. Tveir mánaðir seinni varð ein av amerikonsku fangavørðum hansara, obersturin William H. Steele, tikin og skuldsettur fyri at hava hjálpt gamla irakska leiðaranumí fongslinum.

 

Í gjár kom William H. Steele fyri rættin. Har kom fram, at hann er ákærdur fyri at hava "hjálpt fíggindanum" við at hava útvegað Saddam Hussein kubanskar sigarir og fyri at hava lænt summum fangum sína fartelefon. Herumframt vil ákæruvaldið William H. Steele hevði ov gott samband við eina dóttir Saddam og ein av tulkunum í fongslinum.

 

Verður William H. Steele funnin sekur, kann hann missa arbeiðið hjá amerikanska herinum.