Ákærin krevur 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri ein mann, sum er ákærdur fyri at hava bukað og roynt at neyðtaka damuna. Verjin krevur frídøming.
Ákærdi og kvinnan hava tvær vítt ymiskar frágreiðingar, um hvat fór fram í íbúð hennara eina nátt í heyst.
Hann sigur, at tey skeldaðust, sum tey hava gjørt so mangan fyrr, um ymisk viðurskifti í parlagnum og teirra forhold við onnur fólk. Hann viðgongur, at hann bleiv illur, og tí ripaði telefonina eftir henni, og at hann kanska tók nakað harðliga í hana.
Hon sigur, at hann bleiv í øðini. At hann sló seg eini 30 til 40 ferðir og royndi at neyðtaka seg. Ikki fyrr enn tríggjar tímar seinni eydnaðist tað henni at sníkja seg út og boðsenda løgregluni.
Les alla greinina í Sosialinum, sum kom út í dag.