Ákærdi: Soleiðis varð Piddi fyribeindur

Tann 33 ára gamli drápsákærdi kroatin hevur sína heilt egnu teori um, hvat er hent Pidda.

Tað kom fram undir rættarfundinum í dag.

Hann greiddi frá, at fríggjanáttina 4. november vaknar hann knappliga, tá hann hoyrir Skodabilin hjá fyrrverandi konu Pidda starta uttan fyri húsini. Sum áður greitt frá á Portalinum, fór hann beinanvegin í sín egna Ford Mondeo bil og elti Skodabilin, so sum áður er greitt frá.

Bilurin endar í Norðoyatunlinum, og tá hann kemur út aftur – Leirvíksmegin væl at merkja – eru bert tveir mans í bilinum í mun til tríggjar, tá hann fór inn í tunnilin.

Bilurin koyrir so til Skipanes, har enn ein maður fer úr bilinum, sum koyrir gjøgnum bygdina og kemur upp aftur beint áðrenn Lamba. Síðani koyrir Skodabilurin umvegis Toftir aftur í túni, har hann varð tikin.

Men mystikkurin endar ikki her, tí tíðliga hósmorgun tann 10. november hendir tað sama: Skodabilurin verður stolin úr túninum, men tá nú eingin Ford Mondeo er at elta við, fer ákærdi aftur at hyggja í sjónvarp, áðrenn hann leggur seg. Og tá hann so vaknar um morgunin, stendur bilurin aftur í túninum.

Tað er týðiligt, at ákærdi metir, at bilurin fyrru ferð varð stolin fyri at beina fyri Pidda, meðan seinni stuldurin var fyri at beina hann burtur.

Tað løgna er, at hóast tað er fyrrverandi kona Pidda, sum eigur Skodabilin, grettir ákærdi ikki orð um stuldurin, hvørki fyrru ella seinnu ferð. Heldur ikki meldar hann stuldurin til politiið.

Tað er greitt, at soleiðis vil ákærdi kroatin hava nevningar og áhoyrarar annars at fata, hvussu Piddi er horvin.