Ákærdi hevðist harðliga at ákærunum

Tað er ikki vanligt, at ein ákærdur sigur nakað á einum rættarfundi, áðrenn málið verður tikið upp til dóms, men mikudagin hevði ákærdi nógv upp á hjartað

Hvussu nógv THC fæst burtur ú einari hampplantu?
Tað er ein av spurningunum, sum dómarin í einum rættarmáli móti einum gott 50 ára gomlum skal taka støðu til.
THC, ella tetrahydrocannabiol, er aktiva evni í hassji.
Á rættarfundi mikudagin stóð ein gott 50 ára gamal maður og ein gott 40 ára gomul kvinna ákærd fyri at hava havt í varðveitslu 10 hampplantur í húsunum, har tey tá búðu í einari bygd á Streymoynni.
Maðurin stóð ákærdur í tilsamans fimm viðurskiftum, millum annaðstuldur av einari Winchester høglbyrsu, og tað var í grundini hendan, sum førdi til ákæruna um hampplanturnar.
Tann 50 ára gamli og 40 ára gamla kvinnan, sum eru par, høvdu ballast eitt kvøldið, og í ovfarakæti hevði maðurin skotið upp í loft við byrsuni. Hetta førdi til, at politiið varð boðsent, og komnir á staðið, varnast teir hampplanturnar.
Tí varð boð sent eftir narkopolitinum, sum síðani kom á staðið.
Í rættinum greiddi narkopolitisturin frá, at tá hann kom inn í húsini, kendi hann roykin av hassji, sum ikki er til at taka feil av.

264 gramm
Hann bæði málti og síðani vigaði tær 10 hampplanturnar, sum vóruj plantaðar í spannir, sum sambært narkopolitistinum er púra vanligt.
Planturnar vístu seg at vera millum 6 og 53 sentimetrar til støddar, og tær vigaðu tilsamans 264 gramm.
Tað er serliga honplanturnar, ið verða nýttar til at útvinna hassj, og sambært narkopolitistinum vóru nakrar av plantunum klárar at heysta, meðan aðrar vóru nýliga settar niður.
Spurdur av ákæruvaldinum, hvat hetta merkir, svaraði nakropolitisturin, at tað var greitt tekin um eina framhaldandi framleiðslu.
Ákærdi var týðiliga ósamdur, og rysti fleiri ferðir við høvdinum, meðan narkopolitisturin vitnaði.
Eisini greiddi politisturin frá, at hann hevði funnið nakað av turkaðum plantum, sum sostatt vóru klárar at roykja. Somuleiðis fann hann ein posa av hampfræi í einari toiloetttasku á WC’num, ballað inn í alufoliu.
Ákærdi hevði greitt frá, at hetta v´æoru fræ, ið hann hevði vrakað, og tey skuldu tí tveitast burtur. Hann kom ikki inn á, hví hann so hevði goymt tað í einum posa, ballað inn í alufoliu.

Nógv hassj
Rættarmedisinsk deild hjá donsku løgregluni hevur í trý ár gjørt kanningar av hampplantum í Jútlandi, og er komin fram til, at tað fæst millum 23 og 84 gramm av mariuhana burtur úr einari hampplantu, ella eitt meðaltal á 43 gramm.
Í hampplantunum hjá ákærda var THC konsentratiónin 14%, meðan hassjið, ið vanliga verður selt á gøtuni hevur eina konsentratión á 8%.
Úr plantunum fæst millum 15 og 154 gramm av hassji við einum meðaltali á 75 gramm. Ákæruvaldið hevði roknað seg fram til , at hassjmongdin var millum 230 og 750 gramm av hassji.
Ákærdi helt lítið um útrokningarnar hjá ákæruvaldinum og tók sum nevnt orðið, áðrenn dómarin segði dómin.
Hann helt, at politiið fór ógvuliga lætt um sannleikan og smurdi ríkiligt omaná. Ákærdi helt, at fekst so nógv burtur úr einari hampplantu, so floreraðu Føroyar í hassji. Hann pástóð, at hesar hampplanturnar vóru allar settar niður í senn, og at tær høvdu bert staðið í 10 til 14 dagar.
Ákærdi helt annars lítið um bæði politi og ákæruvald, og nú er tað so upp til dómaran at gera av, hvørjum hann skal trúgva, ákærda ella politi og ákæruvaldi.