Tað er ikki bara á Sandi, at bygging er í Sandoynni.
Í morgin - leygardagin - verður nevniliga reisigildi í Skálavík, og tá verður tað eingin annar enn Martin Kúrberg, ið vit kenna frá Herberginum í Havn og Frælsinum á Eiði, sum fer at bjóða køkur og lagkøku.
- Okkara hús eru ikki tey einastu, sum eru í gerð í Skálavík í løtuni, og sum eg havi skilt, ætla onnur eisini at byggja her í bygdini.
Martin Kúrberg sigur við Sosialin í dag, at familjan hjá honum flutti til Skálavíkar at búgva fyri umleið einum mánaði síðan, og tey búgva í løtuni til leigu í bygdini.
- Kona og børn stórtrívast. Børnini trívast væl í skúlanum, harav annað gongur á Háskúlanum á Sandi. Hetta er fantastiskt, sigur hann.
Hóast Kúrberg-familjan nú er flutt í Sanoynna at búgva, hevur Martin Kúrberg eina íbúð í Havn saman við elsta soninum, og hetta ger tað møguligt hjá Martini framvegis at røkja sítt arbeiði á sama hátt sum áður.
- Eg havi ongar ætlanir um at gevast, hvørki á Herberginum í Havn, ei heldur á Frælsinum á Eiði, sigur hann.
Í seinnu hálvu av nítiárunum búði Martin Kúrberg í Sandoynni í eini fýra ár, og hann hevur áður sagt, at hetta er besta tíðin, hann nakrantíð hevur havt.
- Eg stórtreivst í oynni, og alt bendir á, at hetta verður tað sama nú, tí bæði kona og børn eru sera væl móttikin og trívast ógvuliga væl í Skálavík, sigur Martin Kúrberg.
Tað er Niels Jóhannus Tjaldrastein, timburmeistari á Sandi, sum byggir húsini hjá Martini Kúrberg og familju hansara í Skálavík.