Kappingarnevndin hevði fund seinnapartin í gjár, har kæran hjá Tjaldri um dystin ímóti VB leygardagin varð viðgjørd. Niðurstøðan var, at kappingarnevndin vísir kæruni frá sær.
Millum annað vísir kappingarnevndin á, at videoupptøkur ikki kunnu takast við í mótmælisviðgerðum, umframt at tað heldur ikki ber til at kæra metingar hjá dómarunum undir dysti.
Eisini vísir kappingarnevndin á, at dysturin millum mansliðini hjá VÍF og Neistanum, sum Tjaldur vísti til í kæruni, ikki kann brúkast, tí í tí førinum var talan um brot á reglurnar, men at so er ikki í hesum førinum.
– Vit kæra málið víðari og senda longu í dag kappingarnevndini eitt svarskriv, har vit vísa á, at vit avgjørt halda, at tað, vit frammanundan hava kært, er brot á reglurnar, sigur næstformaðurin í Tjaldri, Niels Peter Bech.
– Vit meta, at dómararnir gjørdu brot á spælireglurnir í tveimum førum. Í fyrsta lagi, tá teir ikki syrgdu fyri, at VB tók fríkastið á tí staðnum, har dómurin fall, og í øðrum lagi, at teir ikki vístu VB-spælarunum út um tríggjar metrar, tá fríkastið skuldi takast.
Tjaldur vísir í sínum svarskrivi á, at av tí at kæran soleiðis fevnir um brot á spælireglurnar, eigur hon ikki at verða viðgjørd afturvíst, men viðgjørd. – Vit hava fullan rætt at kæra hetta, sigur Niels Peter Bech.