Tá vit tosaðu við formannin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Dánjal Andreasen, eftir døgurða í gjár, høvdu teir ikki viðgjørt kæruna, sum GÍ í fyrradagin sendi teimum um dømingina í Gøtu síðsta sunnudag.
? Sambært reglunum so skulu partarnir í sovornum máli hava fimm dagar at koma við sínum viðmerkingum. Vit hava biðið Kim Ejdesgaard koma við sínum viðmerkingum so skjótt, sum tað ber til, og vit fara at hava fund so skjótt, sum vit hava fingið viðmerkingarnar frá dómaranum.
Sambært formanninum í kappingarnevndini er eingin ivi um, hvørja lagnu kæran frá GÍ fer at fáa:
? Mín støða er púra greið. Vit kunnu ikki svara til eina sovorna kæru. Dómarin tekur endaligar avgerðir á vøllinum. Tað hevur verið sjónarmiðið hjá fótbóltssambandinum, og tað er framvegis sjónarmiðið. Fara vit at døma tað umaftur, sum dómarin hevur dømt, so er tað bara hugflogið, ið setur mark fyri, hvat tað kann enda við, er hugburðurin hjá formanninum í kappingarnevndini, áðrenn hann fer at viðgera kæruna saman við Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt, Óla Holm og Mortani Poulsen.
Tá kappingarnevndin er komin við sínum úrskurði ber tað til at skjóta málið innfyri dómsnevndina.
? GÍ biður eisini um, at Kim Ejdesgaard ikki skal døma teirra dysir í framtíðini. Tað er ikki kappingarnevndin, sum ger av, hvør skal døma hvar, men dómaranevndin. Eg skal ikki blanda meg í teirra arbeiði, men um tað skal arbeiðast við bindingum, sum standast av sovornum serkrøvum frá feløgunum, so verður tað uppaftur meiri torført enn tað longu er at fáa tingini at ganga upp, er boðskapurin frá Dánjali Andreasen, formanni í kappingarnevndini.jh










