Kára varð forfylgd av fremmandum manni

Kára Jacobsen bleiv eygleidd einum Facebook vini, sum hon ikki kendi

Herfyri legði Kára Jacobsen ein status út á sín Facebook vanga.

 

Hon skrivaði um ein Facebook vin, sum setti seg í samband við hana í juni mánað í ár.

 

Maðurin, sum kallar seg Alex Faroes á Facebook, skrivaði til Káru, har hann spurdi, um hann kundi bjóða henni út at eta, meðan hann var í Føroyum í juli og í august. Hon hugsaði ikki stórvegis um hetta frá byrjan av og slettaði boðini.

 

Sum Ólavsøkan fráleið skrivaði hann aftur nakrar ferðir og vildi møtast. Hann skrivaði eisini til hana 30. juni, har hann takkaði fyri eina góða nátt við góðum føroyskum dansi.

 

Nú gongur upp fyri Káru, at talan er um ein mann, ið fylgir henni og eygleiðir hana, uttan at hon veit av tí.

 

- Eg kenni ikki mannin, men hann skrivar til mín og sigur, at vit hava verið vinir á Facebook síðan 2009. Eg havi ongantíð hoyrt frá honum fyrrenn nú, tá hann spyr um vit kunnu møtast, sigur Kára Jacobsen.

 

Kára sigur víðari, at hon hevði trupult við at taka mannin álvarsliga at byrja við, men sum fráleið byrjaði hon at fata álvaran í tí.

 

- Eg tók tað ikki seriøst fyrst, men skemtaði meira við tí. Tá hann so skrivar, at hann hevur dansa føroyskan dans við mær, sæð meg og staðið við síðurnar av mær, tá skilti eg, at tað var alvorligt. Tá bleiv tað óveruligt, sigur Kára Jacobsen.

 

Tað byrjaði at ávirka lívið hjá Káru, at hon hevði ein, ið fylgdi við hennið og eygleiddi hana í loyndum. Hon føldi seg heldur ikki heilt trygga heima hjá sær sjálvum, tí hon kendi ikki mannin og visti ikki hvat hann kundi finna uppá.

 

- Eg búgvi saman við eini vinkonu og eg mátti biða hana banka uppá tá hon kom heim, tí eg tordi ikki at hava hurðina opna, sigur Kára Jacobsen.

 

Kára hevur blokerað mannin á Facebook, men tá byrjaði hann at skriva til mammu Káru. Tá hon so eisini blokeraði hann á Facebook, sendi hann Káru ein pakka við ymsum lutum.

 

Kára hevur ikki roynt at tosa við løgregluna enn, men hon hevur fingið veruliga navnið og bústaðin hjá manninum, tá pakkin, ið hann sendi kom heim til hennara. Eisini skrivar hann í einum brævi, at hann ætlar at koma aftur til Føroya til næstu Ólavsøku og spyr um tey kunnu møtast tá.

 

- Um tað ber til at melda hann fyri at sleppa undan honum, so geri eg tað, sigur Kára Jacobsen.