Kæra steðgaði ikki útstykking

Runavíkar kommuna fer nú í holt við at útstykkja á Skála

Runavíkar kommunu heldur nú fram í ætlanini at útstykkja 18 grundstykkir á Hórheiðum á Skála. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni.


Útstykkingin var annars kærd av fornminnisorsøkum, men avvarðandi myndugleikar gingu ikki kæruni á møti og tí kann kommunan nú halda fram við arbeiðinum, verður upplýst.


Kommunan heitti upprunaliga á EM Ráðgeving í Saltangará, sum seinni er vorðin partur av nýstovnaða felagnum FORMO, at tekna eina útstykking fyri økið.


- Í dag hava borgarstjórin og Tekniska deild hjá kommununi hildið fund saman við Magna Thomsen, byggifrøðingi, frá FORMO, um málið, har semja gjørdist um at halda fram við arbeiðinum út frá skitsuætlanini, sum nú fyriliggur. Væntandi verður neyvætlanin liðug um páskini – í seinra parti av apríl mánaði í ár – og tá verður arbeiðið at stykkja út boðið út, skrivar kommunan um verkætlanina, ið umfatar 18 grundøkir.