Ákæra Eidesgaard fyri valdsmisnýtslu

Miðflokkurin leggur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum undir at fremja valdsmisnýtslu og fyri at velja floksfelagar í nevndina fyri Húsalánsgrunnin.

- Jóannes Eidesgaard fremur valdsmisnýtslu. Hann velur flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn, sigur Miðflokkurin í tíðindaskrivi.

Flokkurin átalar »skeivu framferðina hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum«, nú hann í úrtíð hevur skift tveir nevndarlimir í Húsalánsgrunninum út. Flokkurin hevur eisini biðið landsstýrismálanevndina kanna málið.

- Landsstýrismaðurin sigur orsøkina vera, at vrakaðu nevndarlimirnir ikki eru politiskt samdir við honum um, hvussu Húsalánsgrunnurin eigur at skipast í framtíðini. At ein landsstýrismaður sigur fólki í almennum álitisstørvum upp, tí tey eru ósamd politiskt, og síðani setir partísoldatar í sessirnar í staðin, samstundis sum hann fleirfaldar teirra samsýning, er onki minni enn álvarslig valdsmisnýtsla av hægstu rók. Framferð landsstýrismansins gongur ímóti demokratiskum kjarnuvirðum sum talu- og skrivifrælsi, siga teir tríggir tingmenninir hjá Miðflokkinum í tíðindaskrivinum.

Teir vísa síðani á, at teir halda tað vera ósakligt og ímóti øllum fyrisitingarligum reglum at geva fólki í almennum sessum fótin, tí tey politiskt eru ósamd við avvarðandi landsstýrismann.

- Og tað er enn meiri ósakligt og gongur enn meiri ímóti øllum meginreglum um góða fyrisiting, at formaður Javnaðarfloksins velur tveir floksfelagar í fjálgu almennu sessirnar í staðin. Og meðan pensjónistar enn eina ferð verða hart raktir av almennum sparingum, meðan børn við serligum tørvi og skúlabørn sum heild verða rakt av sparingum á skúlaøkinum, meðan verkafólk í stórum tali framvegis ganga arbeiðsleys, avger landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður Javnaðarfloksins, at almenna samsýningin hjá nývaldu partísoldátunum skal fleirfaldast í mun til frammanundan, siga teir.

Tingmanning Miðfloksins sigur seg ikki kunna góðtaka, at Jóannes Eidesgaard á hendan hátt misnýtir sín landsstýrissess til at reka partapolitikk við almennum starvssetanum og fer tí at heita á landsstýrismálanevndina um at kanna allar lutir í hesum máli.