Kæra atburðin hjá Karsten Hansen fyri løgmanni

Undirskriftir verða nú savnaðar at senda Anfinni Kallsberg,

løgmanni, við áheitan á hann um at taka neyðug stig mótvegis

Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

At vitja heimasíðu Starvsmannafelagsins kann vera mikið undirhaldandi og eisini ein háttur at halda seg dagførdan um verkfallsviðurskiftini, nú eingir loftmiðlar eru.

Í gjár stóð forvitnisligt skriv at lesa á væl vitjaðu heimasíðuni, har sagt varð, at undirskriftir nú verða savnaðar í móti fíggjarmálaráðharranum.

Undirskriftirnar hava til endamáls harðliga at mótmæla tí vanvirðisligu framferð, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, sýndi øllum starvsfólkum sínum í "Degi og Viku" fríggjakvøldið 26. mars 1999, har hann legði starvsfólk hjá tí almenna undir í arbeiðstíðini bert "at ganga og mala

millum húsini í Havn".


- Slík úttala kann undir ongum umstøðum fara óátalað aftur við borðinum, og

vit duga ikki við okkara besta vilja at síggja, hvussu framhaldandi

lønarsamráðingar kunnu fara fram við Karsten Hansen sitandi hinumegin

borðið, tá hann nú alment hevur givið til kennar henda lága og ósømiliga

hugburð til starvssfólk síni, verður sagt í einum mótmælisskrivi, sum

starvsfólk kunnu seta undirskrift sína á.


Undirskriftirnar verða sendar løgmanni við áheitan á hann um at taka neyðug

stig mótvegis Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.