Kór úr Mosfellbær og Siloakórið konsert í Siloa

Mikukvøldið, 22. mai kl. 20, verður konsert í Siloa í Fuglafirði. Á konsertini syngja tvey kór – íslendska kirkjukórið úr Mosfellbær og Siloakórið.

Siloakórið plagar at enda sangárið við eini sangløtu ella konsert, og í ár verður tað so gjørt saman við hesum íslendska kórinum.

Skráin er fjølbroytt, og tað eru Arnhildur Valgarðsdóttir og Eyðun á Lakjuni, ið stjórna kórunum.

Aftan á konsertina verður ein drekkamunnur til øll í kjallaranum.