Kópur rak upp á land

Kópur rak upp á land á Argjum mikumorgunin

Ringa veðrið mikudagin hevði eisini annað við sær enn seinkingar og avlýsingar. Á Argjum varnaðust menn, at ein kópur var rikin upp á land. Talan var um ein ungan kóp, nósa, sum var komin rættiliga illa fyri. Luffirnar vóru illar skaddar. Løgreglan varð boðsend, og avgerð varð skjótt tikin um, at nósin mátti avlívast, og hetta varð so gjørt. Nósin rak upp á land við Róðrarneystið hjá Argja Róðrarfelag, og tað sást ein blóðstrípa í kavanum, sum endaði har kópurin lá.
Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at tað kemur oftani fyri, at kópar reka upp á land og mugu avlívast. Kóparnir verða síðani burturbeindir.