Kýpros fær hjálp

Eftir at hava tingast í tólv tímar samdust fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum í nátt um at læna Kýpros 75 milliardir krónur, sum skulu tryggja, at tað kýpriska bankakervið ikki fer av knóranum.

Hjálpin fær stórar avleiðingar fyri teir báðar størstu bankarnar í Kýpros. Laiki Bank verður stongdur, og Bank of Cypros skal umskipast.

Hetta er aðru ferð, at evrulondini semjast um at hjálpa Kýpros, men kýpriska tjóðartingið vrakaði tann fyrra hjálparpakkan. Sambært kýpriska forsetanum, Nicos Anastasiades, er tann nýggi pakkin góður.

-Eg eri fegin, tí vit fáa eina loysn, sum tænir tí kýpriska fólkinum og ES sum heild, sigur forsetin við týsku tíðindastovuna DPA.

Tann mest ítøkiliga avleiðingin av hjálparpakkanum er, at Laika Bank, sum er tann næststørsti í Kýpros, verður býttur sundir í ein góðan og ein vánaligan part. Tann vánaligi parturin verður niðurlagdur so líðandi, og tann góði verður lagdur saman við Bank of Cyprus.

Innlán oman fyri 100.000 evrur, sum ikki eru vard av innskjótaratrygdargrunninum hjá ES, verða fryst, og tað fer at kosta teimum múgvandi viðskiftafólkunum, eitt nú russarum, nógv, skrivar DPA.