Finalan í stóru evropeisku sangkappingini Eurovison fer av bakkastokki í morgun í Portugal, tá sangarar úr øllum Evropa fara á pallin at kappast um fyrsta plássið
Í alt 43 lond vóru við í kappingini í ár, men eftir semifinalurnar eru nú 26 lond eftir. Av teimum 26 londunum eru tað serliga tvey lond, ið Kristian Joensen, føroyskur Eurovision-fjeppari, metir eru favorittar.
- Kýpros eru favorittur saman við Ísrael. Sjálvur haldi eg Týsklands eru teir bestu, men teir koma slett ikki upp í toppin, sigur Kristian Joensen.
Ísraelska sangurin Toy, ið verður framførdur av Netta, var annars greiður favorittur at vinna kappingina, men eftir at fleiri framførslur hava verið í vikuni, metir Kristian Joensen nú, at sangurin hjá Kýpros, Fuego, ið Eleni Foureira framførir, eigur munin.
- Áðrenn fyrstu framførsluna var Ísrael stórfavorittur, men aftaná nakrar framførslur, so er Kýpros nú favorittur. Tað er framførslan, ið ger teir til favorittar og so er sangurin eisini fínur og fangandi, sigur hann.
Ísland er einasta norðurlandi, ið ikki hevur tryggjað sær pláss í finaluni í ár, men útlitini fyri, at eitt av okkara grannalondum vinnur kappingina, eru lítil, metir Kristian Joensen.
- Svøríki kemur nokk at vera í topp 6 meti eg, tí teir hava ein nokk so fangandi sang. Síðan kemur Danmark aftaná á 10-12 plássi. Finnland kemur neyvan langan veg, hóast sangurin er øgiliga góður. Alexander Rybak umboðar Norra í ár. Um koyrt verður upp á navnið hjá honum, so kann hann koma langt, men tað er ringt at siga. Hann kemur nokk at liggja onkrastaðni millum Danmark og Svøríki. Svøríki verður frægasta norðurlond í ár.