Síðan í summar eru fleiri skaddir og deyðir kópar riknir í land. Tað byrjaði í Alaska, men síðan er tað sama hent í Kanada, Russlandi og í Grønlandi.
Vísindafólk í Alaska hava sett eina kanning í verk fyri at finna orsøkina, tí tað er ikki vist, at kóparnir hava somu sjúku í øllum londunum, og um talan er eina kenda ella nýggja sjúku.
Sjúku kóparnir hava snuddir, hava mist hár og hava skaðar á høvdinum.
Granskarin Kathy Nurek-Huntington sigur við grønlendska blaðið Sermitsiaq, at veiðifólk hava greitt frá, at tey hava upplivað tað sama áður.
Granskararnir hava heitt á fólk um beinanvegin at boða myndugleikunum frá, síggja tey sjúk djór.










