Sambært skránni skuldu NSÍ og KÍ hittast í Runavík í morgin. Hesin dystur verður ikki spældur nú. Hann er útsettur til mikukvøldið í komandi viku. Orsøkin er tann, at bæði liðini skulu spæla í Suðuroy í morgin. KÍ skal spæla í Sumba, og NSÍ skal spæla í Vági. Hesir báðir dystirnir skuldu verið spældir síðsta sunnudag, men tá vórðu teir útsettir, tí tað var so nógvur kavi.
Mikukvøldið spældu B36 og B71 í Gundadali. Hóskvøldið spældu TB og FS Vágar á Sevmýru, og ÍF og B68 í Fuglafirði. Umframt útsetta dystin millum NSÍ og KÍ er bert ein annar dystur útsettur. Tað er tann millum GÍ og HB í Gøtu. Ætlanin var, at hann skuldi avgreiðast síðsta mikukvøld, men tá var so mikið nógvur kavi, at tað var neyðugt at útseta eina ferð afturat. Ætlanin er at royna aftur komandi mikukvøld.
jh