Landskappingin í mansfótbólti liggur still um vikuskiftið. Orsøkin er HM-dysturin hjá Føroyum ímóti Italia leygardagin.
Klaksvíkingar ætla sær tó at spæla fótbólt um vikuskifti, tí Norðoyastevna verður hildin, og vanligt er við fótbólti á fyrstu stóru summarstevnuni.
Formulaliðið hjá KÍ fer at spæla ímóti toppliðnum NSÍ sunnudagin. Tá liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár, vann KÍ dystin, men nú fáa runavíkingar ein nýggjan møguleika at basa klaksvíkingum.
Spælt verður um eitt steyp, og dysturin verður bríkslaður í gongd sunnudagin kl. 15.00.











