KÍ og HB møtast í fjórðingsfinaluni

Lutakastið um, hvussu tey átta feløgini, sum eru eftir í kappingini um Løgmanssteypið og skulu spæla fjórðingsfinalur, hevur í kvøld verið í sjónvarpssendingin 3-2.

 

Tað háttaði seg soleiðis, at AB, KÍ, FC Suðuroy og B68 fingu heimavøll í fjórðingsfinalunum í steypakappingini, sum verða spældar sjálvan flaggdagin, 25. apríl, sum í ár er ein mikudagur.

 

Dystirnir eru sostatt hesir:

AB-EB/Streymur

KÍ-HB

FC Suðuroy-B71

B68-Víkingur

 

Liðini í føroysku steypakappingini verða ikki styrkimett áðrenn fyrsta lutakastið, og nú eru seks lið úr Effodeildini og tvey lið úr 1. deild millum tey síðstu átta, ið eftir eru í kappingini.

 

Víðari gongdin í kappingini um Løgmanssteypið er annars tann, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 9. mai, seinnu hálvfinalurnar mikudagin 23. mai og sjálv finalan verður spæld í Havn leygardagin 25. august.